Minni í samsýning til nevndarlimirnar

Minni í samsýning til nevndarlimirnar
Samsýningin til nevndarlimirnar í P/f Vága Floghavn er skorin við einum góðum triðingi. Í fjør vórðu goldnar 420.000 krónur til nevndarlimirnar
Samsýningin til nevndarlimirnar í Vága Floghavn minkar nú við einum triðingi
 
15.05.2015 - 14:11

Tað skrivar Vinnuvitan, sum hevur hugt at nýggjasta roknskapinum fyri 2014. Samlaða nevndarsamsýningin var í fjør 420.000 krónur. Fyrra árið var hon 640.000 krónur.

Harvið kann sigast, at nýggju krøvini, ið Fíggjarmálaráðið hevur sett til almenn partafeløg, sæst av í roknskapinum.

Nevndarsamsýningin í almenna Fíggingargrunninum var eisini sett niður í fjør við næstan einari helvt, úr 800.000 krónum niður á 420.000 krónur, skrivar Vinnuvitan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948