Do svidaniya: So fór Ros

Do svidaniya: So fór Ros
Russiska skipið, Ros, sum hevur ligið á Kollafirði síðan mai í 2008, er nú farið av Kollafirði.
Mynd: Frits Joensen/jn.fo  
 
11.05.2015 - 11:38

Thor Goliat fór av Kollafirði fríggjadagin við ROS uppá sleip. Skipið verður sleipað til Danmarkar, har skipið verður upphøgt.

Ros varð seldur á almennum uppboði fyri 35.000 krónur.

Reiðaríið, sum átti Ros, er farið á húsagang, og ákæruvaldið hevur havt ábyrdina av skipinum.

Áðrenn uppboðið varð sett í gongd, hevði ákæruvaldið roynt at fingið fatur á russsiska bankanum, sum hevur veðhald í skipinum, og roynt hevur eisini verið at fáa samband við bústjóran, men tað eydnast ikki, - møguliga tí trotabúgvið er uppgjørt.

Ligið síðani 2008

Ros varð saman við einum øðrum skipið tikið fyri ólógligan fiskiskap undir Føroyum á sumri 2008. Skipararnir fingu 100.000 kr., í bót í part, umframt at hald varð lagt á veiðu og reiðskap.

Ákæruvaldið metti, at tað var nóg mikið at leggja hald á annað skipið, tí tað kundi tryggja at bótin varð goldin, og at peningur fekst fyri tað, sum hald varð lagt á.

Tí varð fiskurin úr Ros skipaður umborð á hitt skipið, sum síðani fór úr Føroyum. 

Men bótin og havnagjald í Føroyum eru ongantíð goldin, tí russiska reiðaríið, sum átti skipini, var farið á húsagang. 

Dýrur kostur fyri landið

Finn Ougaard, varafúti, segði í samrøðu við Útvarpið í 2010, at ákæruvaldið kennir seg lumpað í málinum. - Vit vóru ov góðtrúgvin, tá vit lótu hitt skipið fara av landinum við veiðu og útgerð, sigur Finn Ougaard.

Ros hevur kostað fútanum, hesi skjótt átta árini, tað hevur ligið við kaj í Kollafirði, 780.000 krónur í havnagjaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948