Ølið og vínið sleppa ikki í handlarnar

Ølið og vínið sleppa ikki í handlarnar
Tað verður neyvan í hesum umfarinum, at matvøruhandlarnir sleppa at selja øl og vín.
 
06.05.2015 - 15:09

Ein samd Vinnunevnd mælir løgtinginum frá samtykkja uppskotið hjá Framsókn um at broyta rúsdrekkalógina, so Rúsan missir einkarættin at selja øl og vín.

Framsókn vil eisini hava løgtingið at samtykkja, at matstovur sjálvar skulu sleppa at bíleggja vín og øl. 

Poul Michelsen, løgtingsmaður, sigur, at ein kanning, sum Framsókn gjørdi í apríl í fjør, vísir, at ein stórur meiriluti av teimum spurdu tóku undir við, at matvøruhandlar kunnu selja øl og vín.

Men Fólkaheilsuráðið mælir frá. Og eftir at hava viðgjørt málið á seks fundum bleiv niðurstøðan hjá Vinnunevndini, at hon tekur ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja tað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947