Tryggja haldføran búskap nú og frameftir

Tryggja haldføran búskap nú og frameftir
Løgtingið vil hava at vita, hvørji ítøkilig átøk landsstýrið ætlar at fremja fyri at tryggja Føroyum ein haldføran búskap nú og frameftir.
 
01.05.2015 - 11:08

Seinnapartin í gjár samtykti tingið, at landsstýrið skal leggja frágreiðing fyri tingið, sum aðalorðaskifti skal verða um. 

Løgtingið skal viðgera støðuna við fíggjarliga haldførinum í føroyska búskapinum við støði í frágreiðingini frá Búskaparráðnum á vári 2015.

Vánaligt haldføri

Frágreiðingin vísti, at haldførið í búskapinum er vánaligt - haldførisvísitalið er minus fimm. Um búskapurin hevði verið haldførur í longdini, hevði haldførisvísitalið víst null.

Tað var Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, sum hevði lagt uppskotið til samtyktar fyri løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109