Silver Dania leysgivið

Silver Dania leysgivið
Løgreglan fann ikki nakað prógv
Mynd: NRK
Mynd: Mynd: NRK  
 
01.02.2025 - 10:52

Norska skipið Silver Dania, sum norskir myndugleikar í gjár løgdu hald á, er nú leysgivið.  

Tað varð afturhildið tí illgruni var um, at tað hevur okkurt at gera við at álvarsligur skaði kom á ein sjókaðal í Eystrasaltri.

Tað skrivar norska kringvarpið. 

- Løgreglan í Troms hevur framt nakrar kanningar og tryggja tað, sum vit meta er neyðugt havandi í huga fyrispurningin úr Lettlandi. Kanningararbeiðið heldur framm, men tað er ikki longur nøkur orsøk til at afturhalda skipið í Tromsø. Vit hava ikki funnið nakað sum setur skipið í samband við hendingina, sigur Ronny Jørgensen, løgfrøðingur hjá politinum í Troms við NRK.

Manningin telur 11, og allir eru russarar. Skipið er skrásett í Norra og tað eru norðmenn, ið eiga skipið. 

Skipið siglir vanliga millum Santa Pætursburg og Murmansk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109