Oljufýringar, hitapumpur og elbilar í tingið

Oljufýringar, hitapumpur og elbilar í tingið
Eru føroyskir politikarar sinnaðir at seta forboð fyri oljufýrum í nýggjum húsum og bygningum, og frítaka hitapumpur og elbilar fyri mvg?
 
30.04.2015 - 13:18

Millum annað hesar spurningar vil Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hava løgtingið at taka støðu til.

Fyrrapartin legði hann frágreiðing fyri løgtingið um elorku-økið. Frágreiðingin skal vera grundarlag undir aðalorðaskifti um elorku í næstu viku.

Skjóta umlegging til grøna orku

Jóhan Dahl sigur í frágreiðingini, at mest týðandi kjakið snýr seg um, hvørt politiska skipanin er sinnað at gera politisk átøk fyri at fáa skjóta umlegging til grøna orku í Føroyum.

Hann vil eisini hava kjak um, hvønn leiklut SEV skal hava á el-marknaðinum, og hvønn bygnað SEV skal hava. Og haraftrat vil Jóhan Dahl eisini hava politikarar at taka støðu til, hvussu tú tryggjar innovatión og veruliga kapping á føroyska el-marknaðinum.

Aðalorðaskiftið um elorku verður á tingfundinum mánadagin klokkan 13.30

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109