Klaksvík:Kanning um umstøður hjá útlendingum liðug

Klaksvík:Kanning um umstøður hjá útlendingum liðug
Leygardagin leggur Klaksvíkar Kommuna fram úrslitini av henni saman við integrasjónspolitikkinum, sum er orðaður við støði í kanningarúrslitunum

30.04.2015 - 08:53

Tað verður tó ikki bert politikkur á skránni leygardagin, tí tiltaki er sambært Klaksvíkar kommunu altjóða mentanardagur við røðum, fyrilestrum og mati á skránni.

David Im, sum hevur gjørt kanningina, fer at leggja fram úrslitini, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fer at handa Johan Dahl landsstýrismanninum integrasjónspolitikikin.

Fyrilestrar og matur

Eisini verður fyrilestur við Eriku Anne Hayfield, assosieraður professari á Fróðskaparsetrinum, og Eriki Nielsen, sum flutti til Klaksvíkar fyri nøkrum árum síðani.

Haraftrat verður høvi at royna mat úr Filipsoyggjunum, Póllandi, Serbia, Meksiko, Pakistan og Argentina, sum eru nøkur av londunum umboðaði í kommununi.

Og tá liðugt er at eta, verður høvi at tosa við umboð fyri tey ymisku londini í kommununi um land, søgu og mentan teirra, og um lív teirra í Føroyum.

Tiltaki er ókeypis, boðar kommunan frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109