- Skeivt at avreiða verkætlanina av landinum

- Skeivt at avreiða verkætlanina av landinum
Handverksmeistarafelagið tekur undir við Ráðgevarafelagnum, ið heitir á politisku flokkarnar um at lata føroyskar fyritøkur projektera tunlarnar
Tað er ein skeiv avgerð, at avreiða verkætlanina av landinum, heldur Føroya Handverksmeistarafelag, sum tekur undir við Ráðgevarafelagnum
 
29.04.2015 - 09:17

- Tað er ein skeiv avgerð, at avreiða verkætlanina av landinum. Tað sigur Føroya Handverksmeistarafelag, sum tekur undir við Ráðgevarafelagnum.

Ráðgevarafelagið sendi í farnu viku eina áheitan til politisku flokkarnar, um at lata føroyskar ráðgevarafyritøkur projektera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Handverksmeistarafelagið samt við Ráðgevarafelagnum

Føroya Handverksmeistarafelag veitir Ráðgevarafelagnum sín fulla stuðul í royndunum at varðveita og menna fakligu førleikarnar í Føroyum, sigur felagið.

Handverksmeistarafelagið heldur, tað hevur stóran týdning fyri byggi- og annleggsvinnuna sum heild, at føroyskar fyritøkur standa á odda fyri verkætlanum í Føroyum.

Vinnan roynir alsamt at menna samstarv og mannagongdir til tess, at føroysk bygging skal taka seg fram og gagna samfelagnum mest møguligt, sigur felagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947