S&K nýggjan sáttmála

S&K nýggjan sáttmála
Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála. Lønin hækkar 1. mai í ár og aftur 1. mai næsta ár
Lønin hjá limum í S&K felagnum hækkar 1,98 prosent 1. mai í ár og 2,25 prosent 1. mai næsta ár
 
29.04.2015 - 12:11

Lønin hjá limum í S&K felagnum hækkar 1,98 prosent tann 1. mai í ár og 2,25 prosent 1. mai næsta ár, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.

Lønarhækkingin er tann sama sum í semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Partarnir hava eisini skrivað undir avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við møguligt verkfall, upplýsir Vinnuhúsið á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947