Bankavirksemið í støðugum vøkstri

Bankavirksemið í støðugum vøkstri
BankNordik hevði 64 milliónir krónur í avlopi fyri skatt fyrsta fjórðingsár í ár. Leiðslan væntar, avlopið í 2015 verður millum 200 og 240 mió kr.
BankNordik hevði 64 milliónir krónur í avlopi fyrsta fjórðingsár. Bankin staðfestir, at bankavirksemið er í støðugum vøkstri, sambært frágreiðingini fyrsta ársfjórðingin
 
29.04.2015 - 08:36

Tryggingarvirksemið í samtakinum hevði eisini ein vøkstur í inntøkum frá tryggingargjøldum, men ein ringur vetur við stórum skaðaendurgjøldum hevði við sær eina afturgongd í tryggingarúrslitinum, skrivar bankin í tíðindaskrivi.

Samanløgdu rakstrarinntøkurnar teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í árinum vóru 182 milliónir krónur samanborið við 187 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør.

Leiðslan í BankNordik væntar framhaldandi eitt úrslit fyri 2015 sum verður millum 200 og 240 milliónir kr. Niðurskrivingarnar á útlánum vóru 20 mió. kr. (netto) fyrsta ársfjórðing.

Niðurskrivaðu 15 mió. fyri ein kunda

Niðurskrivingin var 15 mió. kr. fyri ein einstakan vinnukunda. Bankin metir ikki, at tílíkar hendingar gerast vanligar. Tí verður væntað, at niðurskrivingarnar verða lægri í 2015 enn árið fyri, tá tær vóru 85 mió. kr.

BankNordik metir seg at vera væl fyri, tí solvensurin hjá bankanum er 14,6 prosent í mun til lógarkravið, sum er 8,9 prosent.

Bankin lýkur longu krøvini sum verða sett eftir SIFI reglunum, sum er eitt kapitalkrav uppá 14 prosent í 2019. Tá talan er um gjaldføri, so er tað 2,6 ferðir lógarkravið, skrivar bankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417