Lítið avreitt av fiski

Lítið avreitt av fiski
Fyrsta ársfjórðing í ár varð avreitt minni av fiski, enn fyrsta ársfjórðing bæði í fjør og fyrraárið. Prísurin var tó betri í ár
Fyrsta ársfjórðing í ár varð avreitt minni av fiski, enn fyrsta ársfjórðing bæði í fjør og fyrraárið, vísa tøl hjá Hagstovuni
 
28.04.2015 - 16:04

Virðið á avreidda fiskinum var 22 milliónir krónur hægri enn í fjør, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Nøgdin av toski vaks ein triðing, áleið 1.000 tons meir enn í fjør.

Fiskiskapurin eftir hýsu var heldur frægari enn í fjør, men tann fiskiskapurin hevur verið vánaligur seinastu árini. Fiskiskapurin eftir upsa minkaði við 13 prosentum í mun til í fjør.

Meira svartkalvi landaður

Av øðrum botnfiski, eitt nú brosmu og longu, er nøgdin minni í ár enn í fjør - ávikavist 43 prosent og 30 prosent minni. Samlaða nøgdin í ár av flatfiski er vaksin 11 prosent.

Í mun til í fjør er landað væl meira av svartkalva. Hagstovan upplýsir, at tey gott og væl 3.000 tonsini av toski, sum vórðu fiskað á Flemish Cap í vetur, eru við í uppgerðini.

Verður fyrsti ársfjóðringurin í ár samanborin við fyrsta ársfjóðring undanfarin ár, sæst, at feskfiskaveiðan ikki er góð, tí bert smáar nøgdir eru landaðar seinastu árini, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947