Húsar og Klaksvíkar kommunur vilja leggja saman

Húsar og Klaksvíkar kommunur vilja leggja saman
Húsa Kommuna og Klaksvíkar Kommuna samráðast nú aftur um at leggja saman
 
24.04.2015 - 20:28

Fleiri fundir hava verið millum umboð fyri bæði kommunustýrini, og mánakvøldið var borgarafundur í bygdarhúsinum á Húsum, har eisini umboð fyri báðar kommunurnar vóru til staðar.

Meginparturin av teimum 49 íbúgvunum í Húsa Kommunu møttu, og semja var um at halda fram við samráðingunum.

Krav um skúlagongd
Sum skilst krevur Húsa Kommuna millum annað at fáa vissu fyri, at børnini frá 1. til 7. flokk framhaldandi sleppa ganga í skúla í Húsa Kommuna, og hesum kravi hevur Klaksvíkar Kommuna munnliga givið lyfti um.

Í 2012 samtykti meirilutin í bygdarráðnum í Húsa Kommunu at leggja saman við Klaksvíkar Kommunu; men hetta bleiv kortini av ongum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109