Setir spurnartekn við ríkislógartilmæli um bankar

Setir spurnartekn við ríkislógartilmæli um bankar
Í dag verður onnur viðgerð um broytingar í lógini um peningastovnar í Føroyum, ið landsstýrið hevur lagt fyri tingið. Tingkvinna ivast í uppskotinum
Kristina Háfoss í Tjóðveldi setir spurnartekn við uppskotið um broytingar í lógini um peningastovnar í Føroyum, nú onnur viðger verður í tinginum. Meirilutin mælir til at samtykkja uppskotið
 
22.04.2015 - 09:40

Málið hevur ligið í fíggjarnevndini, og nú nevndin hevur gjørt eitt álit um lógaruppskotið, er Kristina Háfoss einsamøll í minniluta.

Hon heldur fast um sínar atfinningar av uppskotinum, og mælir til at bíða við at taka undir við tí til landsstýrið og Løgtingið vita, hvat málini merkja innihaldsliga og løgfrøðisliga.

Kristina Háfoss vísir á, at landsstýrið í hesum málinum noktar at lurta eftir egnari løgfrøðiligari ráðgeving, sum hevur víst á, at uppskotið flytur lóggávuvald frá løgtinginum til danskan ráðharra.

- Vita ikki, hvørjar avleiðingarnar eru

Kristina Háfoss heldur, at í verandi løtu vita hvørki landsstýrið ella Løgtingið, hvørjar avleiðingarnar verða av uppskotunum.

Hon setir eisini spurnartekn við, hvussu føroysku bankarnir fara at megna herdu solvenskrøvini, sum fylgja við lóggávuni, hvat hendir við Føroyum, flytur Danmark fíggjarliga lóggávu og eftirlit til ES.

Hvussu skulu bankar í Føroyum bera seg at í mun til donsku ella føroysku persónsupplýsingarlógina, tá krav verður sett um varskógvaraskipanir, setir Kristina Háfoss eisini spurnartekn við.

Meirilutin mælir til at samtykkja uppskotið

Meirilutin, Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen, Bill Justinussen, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen, vísir á, at uppskotið er ein liður í at tryggja, at lóggávan undir føroyska bankakervinum samsvarar við lóggávuna í Danmark og í ES.

Tey mæla til samtykkja uppskotið. Meirilutin sigur, at tær leiðregglurnar, sum komu í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni, hava til endamáls at styrkja um fíggjarfyritøkur soleiðis, at tað almenna í størst møguligan mun sleppur undan at bjarga hesum, tá fíggjarkreppur stinga seg upp.

"Neyðugt er at seta lóggávuna í gildið í Føroyum, tí annars kann tað hava við sær, at kostnaðurin at fáa til vega gjaldføri og kapital gerst dýrari fyri føroyskar peningastovnar, sum aftur kann hava við sær dýrari fígging til húsarhald og fyritøkur" skrivar meirilutin í sínum tilmæli.

Tingfundurin byrjar klokkan 13:30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109