Reglur skulu tryggja áhugamálini hjá landinum

Reglur skulu tryggja áhugamálini hjá landinum
Landsstýrið skal gera reglur, ið tryggja, at áhugamálini hjá landinum í partafeløgum, stovnum og grunnum verða røkt á besta hátt
 
16.04.2015 - 12:32

Løgtingið hevur einmælt samtykt eitt uppskot frá løgtingsgrannskoðarunum um, at landsstýrið skal gera reglur, sum tryggja, at áhugamálini hjá landinum í partafeløgum, stovnum og grunnum verða forsvarliga røkt.

Ein samd fíggjarnevnd tók undir við uppskotinum. Tað almenna eigur seks milliardir krónur í partafeløgum og grunnum.

Løgtingsgrannskoðararnir vilja hava, at landsstýrið tryggjar sær, at tað hevur ávirkan, sum svarar til váðan ella kostnaðin, landið átekur sær. Løgtingsgrannskoðararnir vilja hava landsstýrið at orða ein eigarapolitikk.

Teir skjóta eisini upp, at landsstýrismaðurin skal gera eina árliga frágreiðing um virkiseindirnar, sum landið eigur ella er uppií, men sum ikki eru í fíggjarlógini. Øll 25 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri uppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109