Norðoyatunnilin latin landinum um fimm ár

Norðoyatunnilin latin landinum um fimm ár
Gongst sum ætlað, verður Norðoyatunnilin latin landinum í 2020. Tað kom fram á aðalfundinum í partafelagnum Norðoyatunlinum í gjár
Norðoyatunnilin verður latin landinum í 2020, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
 
15.04.2015 - 16:02

Vágatunnilin verður latin landinum í desember næsta ár, og leisturin fyri Norðoyatunlinum er tann sami, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum.

Lánið, sum partafelagið Vágatunnilin tók at byggja tunnilin fyri, er goldið aftur, men hann verður ikki latin landinum fyrr enn næsta ár, tí fyrst skal tunnilin dagførast.

Jørgen Niclasen sigur, at tað kostar tvær milliónir kr. at reka Vágatunnilin, men tað kostar hálva triðju millión um árið at krevja bummgjald, sigur hann.

Tí eigur tað at vera ókeypis at koyra í Vágatunlinum, tá hann er vorðin partur av landsvegakervinum, sigur landsstýrismaðurin í tunnilsmálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109