Eingin prestur burturav til ung fyribils

Eingin prestur burturav til ung fyribils
Skipanin við einum presti, ið virkar við ungfólki, hevur verið umrødd fleiri ferðirnar. Enn eru ongar ítøkiligar ætlanir, sigur landsstýrismaðurin
Tørvurin á presti, ið virkar við ungfólki burturav, hevur verið umrøddur fleiri ferðir í fólkakirkjuni, men enn eru ikki ítøkiligar ætlanir um at gera eina slíka skipan, sigur landsstýrismaðurin
 
14.04.2015 - 15:56

Ein skipan, har prestur røkir tænastu og uppgávur millum næmingar og lesandi í Føroyum, kann setast í verk eitt hálvt ár eftir, at semja er fingin um tað, og Stiftsstjórnin og løgtingið seta sær fyri at útvega fíggingina.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur svarað einum fyrispurningi frá Honnu Jensen í Framsókn um málið.

Landsstýrismaðurin í mentamálum sigur, at tørvurin á presti, ið virkar við ungfólki burturav, hevur verið umrøddur fleiri ferðir í fólkakirkjuni, men sær vitandi eru ongar ítøkiligar ætlanir um at gera eina slíka skipan.

Skipað á sama hátt sum sóknarprestaembæti

Bjørn Kalsø sigur, at sambært lógini um størv í fólkakirkjuni hevði eitt slíkt embæti verið skipað og fíggjað á sama hátt sum sóknarprestaembæti.

Landið hevði skulað rindað Kirkjugrunninum tað, sum svarar til 40 prosent av lønini, og kirkjuskatturin hevði fíggjað rest.

Landsstýrismaðurin hevði verið setanarmyndugleiki, og biskupur hevði arbeiðsleiðsluna og hirðaligu umsjónina við presti, sigur Bjørn Kalsø í svarinum til Honnu Jensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109