Føroyar vunnu men komu ikki víðari

Føroyar vunnu men komu ikki víðari
Føroyska kvinnulandsliðið vann í dag 4-2 á Malta. Sigurin var tíverri akkurát ov lítil
 
09.04.2015 - 12:16

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti vann fyri løtu síðani 4-2 á Malta í EM-undankappingardysti.

Hálvleiksstøðan var 2-1 til Føroyar. Heidi Sevdal skeyt tvey mál fyri Føroyar, og Rannvá Andreasen og Milja Simonsen skutu hvør sítt.

Hóast Føroyar vunnu, so var sigurin akkurát ov lítil til at koma víðari. Undan dystinum var kravið, at Føroyar skuldu vinna við trimum málum.

Føroyar vóru tó sera nær við, tí í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skeyt Rannvá Andreasen eitt skot á tvørtræið.

Hetta úrslitið hevur við sær,at Georgia, Føroyar og Malta øll endaðu við seks stigum. Georgia hevur tó besta málmunin og fer víðari til endaligu EM-undankappingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736