Viðmerkjari: Føroyar kunnu fáa upp ímóti níggju stigum

Viðmerkjari: Føroyar kunnu fáa upp ímóti níggju stigum
Føroysku fótbóltsmenninir skulu vinna báðar dystirnar ímóti Gibraltar, og gongst væl kunnu teir fáa eitt, tvey ella trý stig burturúr hinum dystunum, sigur Oddbjørn Joensen
13.12.2024 - 13:50

Føroyar kunnu fáa upp ímóti níggju stigum í HM-undankappingini, sum byrjar í mars næsta ár.

Tað heldur fótbóltsviðmerkjarin Oddbjørn Joensen eftir lutakastið í fyrrapartin.

 - Vit skulu í hvussu er hava fýra stig ímóti Gibraltar - helst seks stig - og kunnu vit so pilka eitt stig frá hinum ella kanska tvey, um tað gongur væl, ella fáa ein sigur ímóti Montenegro, sigur Oddbjørn Joensen, tá hann metir um føroysku kjansirnar.

 

Toluligt lutakast

Kekkia og Montenegro úr styrkisbólki tvey og trý vóru neyvan á nøkrum ynskilista - heldur ikki tí hjá Obbjørni Joensen -  men Føroyar vóru hepnar at enda í einum bólki við fimm londum. Hetta gjørdi, at Gibraltar verður eitt av mótstøðulondunum næsta ár.

Hetta var avgerandi fyri føroysku fótbóltsmenninar, heldur Oddbjørn Joensen, hóast teir flestu ynsktu sær Ongland úr ovasta styrkisbólkinum. Har verður ístaðin talan um taparan í Nations League-fjórðingsfinaluni millum Frakland og Kroatia.


Eyðun Klakstein og Atli Gregersen tóku sær av tveimum teimum síðstu Nations League-dystunum í fjør, eftir at Håkan Ericson varð uppsagdur. Nú leitar FSF eftir varandi loysn: MYND: Hans Erik Danielsen

 

Nýggjar avbjóðingar við nýggjum venjara

Føroysku menninir hava ongantíð spælt ímóti Montenegro fyrr, og vinnur Frakland á Kroatia, verður talan eisini um spildurnýggja avbjóðing ímóti balkanlandinum, sum tapti HM-finaluna ímóti júst Fraklandi so seint sum í 2018.

Føroyar hava spælt tveir venjingardystir ímóti Gibraltar, har úrslitini vóru eitt tap og ein sigur, men hava ongantíð møtt teimum í undankappingum ella Nations League.

Fyrstu dystirnir í undankappingini verða í mars, og í løtuni er ikki greitt, hvør tá stendur á odda fyri landsliðnum. Håkan Ericson varð uppsagdur í fjør, og Eyðun Klakstein og Atli Gregersen tóku sær av tveimum teimum seinastu Nations League-dystunum.

Fótbóltssambandið er farið undir at finna nýggjan venjara.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431