Hagstovan kannar støðuna

Hagstovan kannar støðuna
700 tilvildarliga vald húsarhald kring landið skulu nú siga Hagstovuni, hvat tey halda um sína egnu fíggjarligu støðu og um føroyska búskapin sum heild.
 
05.01.2025 - 17:11

Hagstova Føroya fer nú í gongd við hálvárligu konjunktur-kanningina fyri húsahaldini.

Henda kanning skal lýsa, hvat húsarhaldini í Føroyum halda um sína egnu fíggjarligu støðu og um føroyska búskapin sum heild, bæði nú og í framtíðini.

Í sambandi við kanningina fer Hagstovan at ringja til 700 tilvildarliga vald húsarhald í Føroyum hesar næstu tríggjar vikurnar.

Húsarhaldini verða biðin um at svara 16 spurningum um fíggjarlig viðurskifti og teirra metingar um búskapargongdina í Føroyum.

Seinasta konjunktur-kanningin av hesum slagnum varð gjørd í summar, og eins og tær undanfarnu, vísti hon, at okkurt um ein fjórðingur av húsarhaldunum akkurát fáa endarnar at røkka saman.

Um 60 prosent av teimum siga seg spara nakað upp, og hóast stóran prísvøkstur síðstu trý árini, eru tað ikki fleiri, ið siga seg hava fyri neyðini at læna pengar.

Nú kannar Hagstovan kannar so aftur, hvussu støðan er hesum viðvíkandi nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736