Herd loyvi koma illa við

Herd loyvi koma illa við
Suðurstreymoyar Útróðrarfelag er ikki álvuligt við ætlanirnar hjá Vinnumálaráðnum at herða krøvini til siglingarloyvi hjá útróðrarbátum í Bólki 5.
Nevndin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag sær eftir aðalfundin fríggjakvøldið framvegis soleiðis út: Sámal Lindenskov, Ragnar Hentze, Jógvan Trondesen Andreasen og Doru Tiberiu á Torvlaðnum
Mynd: Suðurstreymoyar Útróðrarfelag  
 
05.01.2025 - 10:20

- Vit eru sera stúrnir, um hesar ætlanir gerast veruleiki, tí krøvini eru sera umfatandi, sera kostnaðarkrevjandi og eftir okkara tykki als ikki hóskandi fyri útróðrarbátar á innaru leiðunum, sigur felagið, ið hevur útvegað sær løgfrøðisliga ráðgeving í málinum.

Annars arbeiðir felagið støðugt fyri at betra um umstøður og viðurskifti hjá limunum, millum annað á havnalagnum, og hevur gott samstarv við Tórshavnar havn.

Ein egningarskúrur er blivin renoveraður og deildur upp, so átta bátar nú hava pláss í hesum eina skúrinum. - Menn eru sera nøgdir við at kunna samstarva á hendan hátt, sigur felagið.

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hevur samskift við Vørn og Landsverk um aldumátararnar og veðurmátistøðirnar, ið alt ov ofta er óvirkin og rigga illa. - Mynduleikarnir tykjast at taka okkara ónøgd í álvara og siga seg arbeiða við at finna betri langtíðarloysnir, sigur felagið.

Væl yvir 30 bátar limir
Formaðurin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, Jógvan Trondesen Andreasen, var einmælt afturvaldur, tá ið felagið hevði aðalfund fríggjakvøldið. Hann var tann einasti í nevndini, sum stóð fyri vali.

Sostatt sær nevndin framvegis soleiðis út, at Ragnar Hentze er næstformaður og kassameistari, Sámal Lindenskov nevndarlimur og grannskoðari, og Doru Tiberiu á Torvlaðnum er tiltakslimur.

Útróðrarfelag og talið er javnt vaksandi, og á aðalfundinum fríggjakvøldið vóru umboð fyri 31 bátar.

Á fundinum løgdu teir fyri við at minnast Mortan Johannesen, sum doyði fyri kortum.

Hann var formaður felagsins frá 2006 til 21 og gjørdi nógv fyri, at felagið skuldi gerast so virkið og stórt, sum tað er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791