- Tíðindi, mentan og ítróttur
Álítandi kunning krevst
Álítandi aldumátingar eru sera týdningarmiklar, tá ið útróðrarmenn skulu takast støðu til, um farast skal út ella ikki. Serliga á hávetri.
- Av teimum fýra aldumátarunum, sum eru, hevur í summum førum bara ein verið virkin, sigur Jógvan Trondesen Andreasen, formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag.
- Tað sama er við vindmátistøðunum, ið fortelja um vind, umframt at streymur og annað ger seg galdandi. Tað hevur alt at siga, at hesi eru álítandi og rakstrartrygg.
Samskifta við myndugleikarnar
Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hevur tí samskift við Vørn og Landsverk um aldumátararnar og veðurmátistøðirnar.
- Mynduleikarnir tykjast at taka okkara ónøgd í álvara og siga seg arbeiða við at finna betri langtíðarloysnir, sigur Jógvan Trondesen Andreasen.
Á aðalfundinum fríggjakvøldið varð hann einmælt afturvaldur til formann í felagnum. Ragnar Hentze er næstformaður og kassameistari, Sámal Lindenskov nevndarlimur og grannskoðari, og Doru Tiberiu á Torvlaðnum er tiltakslimur.
Meiri enn 30 bátar eru nú limir í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, og 31 bátar vóru umboðaðir á aðalfundinum fríggjakvøldið.
Her kanst tú hoyra samrøðu við Jógvan Trondesen Andreasen: