- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gezá fingið passið: Nú vil hann á føroyska landsliðið
Hósdagin komu boðini, sum Gezá Dávid Turi hevur bíða eftir í hálvtfjórða ár. 23 gamli fótbóltsspælarin hevur fingið føroyskt pass í jólagávu.
- Eg havi búð her í 19 ár nú. Eg havi mestsum einki við Ungarn at gera og kenni meg sum føroying. Eg haldi, at hetta er rætta avgerðin, so eg eri ordiliga glaður fyri tað, sigur Gezá Dávid Turi.
Vil spæla fyri Føroyar
Miðvallarin hjá Víkingi kom til Føroyar úr Ungarn sum fýra ára gamal, tá pápin skuldi verja málið hjá GÍ, og síðan hevur hann búð í Norðagøtu. Fyri nøkrum árum síðan fór hann undir at fáa danskan ríkisborgararætt, og í januar kemur nýggja passið endiliga í postkassan.
Tað merkir millum annað, at Gezá Dávid Turi nú kann spæla á føroyska landsliðnum.
- Tað kennist fantastiskt. Hvørja ferð landsliðssteðgur er, verður tað ikki longur spurningurin: "Nær kemur tú á landsliðið?". So er tað tað, um mann er nóg góður ella ikki, sigur miðvallarin úr Víkingi.
Júst tað má nýggjur landsliðsvenjari taka støðu til, tá Føroyar - í bólki saman við Kekkia, Montenegro, Gibraltar og antin Fraklandi ella Kroatia - fara undir HM-undankappingina í mars. Breið semja man í hvussu er vera um, at 23 ára gamli miðvallarin taldist millum bestu miðvallarar í landinum í fjør, tá hann var við til at tryggja Víkingi føroyameistaraheitið.
- Nú eg sá lutakastið, helt eg, at tað sær nokkso gott út, og eg vil fegin royna mítt besta og vita, um mann kann fáa nøkur úrslit. Í seinastuni hevur landsliðið ikki fingið so góð úrslit, sum fólk vænta, so tað vil eg gera betri og hjálpa liðnum, staðfestir Gezá Dávid Turi.
Yrkisleið uttanlands freistar
Eitt annað mál hjá miðvallaranum hevur verið og er at royna seg sum yrkisspælara í útlondum. Tað hevur ikki borið til at flutt úr Føroyum, meðan málið um ríkisborgararætt hevur koyrt, men nú ber til hjá fótbóltsspælaranum, um okkurt spennandi tilboð kemur.
- Eg havi sáttmála við Víking, so teir hava tamarhald á hasum, men teir vita eisini, at eg havi hug at royna meg, sigur miðvallarin, sum kortini viðgongur, at Champions League-fótbóltur við Víkingi í summar eisini lokkar.
- Um Víkingur fær eitt tilboð, sum er nøktandi, og tað er eitt felag, sum eg tími at fara til, so fer Víkingur ikki at standa fyri, sigur Gezá Dávid Turi.