Fólkaatkvøða ávegis

Fólkaatkvøða ávegis
Ein fólkaatkvøða um grønlendskt sjálvstýri kann gerast høvuðsevnið til grønlendska valið, sum verður í seinasta lagi 6. apríl í ár.
Ineqi Kielsen, politiskur viðmerkjari hjá grønlendska kringvarpinum KNR
 
05.01.2025 - 14:29

- Ein fólkaatkvøða kann eisini gerast veruleiki longu í komandi valskeiði, sigur politiski viðmerkjarin hjá grønlendska kringvarpinum KNR, Ineqi Kielsen, við DR.

Grønlendski landsstýrisformaðurin Mute B. Egede segði í síni nýggjársrøðu, at arbeiðið fyri einum sjálvstøðugum Grønlandi longu er byrjað, og at eitt stórt fet varð tikið fyri tveimum árum síðan, tá grønlendska grundlógarnevndin bleiv liðug við sítt uppskot um eina nýggja grundlóg fyri Grønland.

"Komandi valskeiðið skal saman við borgarunum skapa nýggj fet við støði í grundarlagnum, sum longu er skapt. Ein nýggj gongd fyri Grønland stendur í durinum", segði Mute B. Egede millum annað í nýggjársrøðuni.

Ineqi Kielsen sigur við DR, at hann roknar við, at fólkaatkvøða verður um grønlendska sjálvstýrið longu í komandi valskeiði.

Tað eru serliga málini um fyribyrging uttan samtykki og tvangsflyting av grønlendskum børnum í Danmark, sum hevur skalað viðurskiftini millum Grønland og Danmark og fest í grønlendska kjakið um sjálvstýri - eitt kjak, sum ikki er blivið minni av, at komandi amerikanski forsetin Donald Trump enn einaferð hevur nevnt, at tað er avgerandi fyri USA at hava "ognarskap og tamarhald" við Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017