Føroyar fingu toluligt lutakast

Føroyar fingu toluligt lutakast
Føroyska manslandsliðið í fótbólti fekk Kekkia og Montenegro úr styrkisbólki tvey og trý, men var heppið at fáa Gibraltar úr styrkisbólki fimm
Føroyar skulu aftur hesa ferð dystast ímóti Kekkia í HM-undankappingini
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
13.12.2024 - 13:06

Føroyska manslandsliðið í fótbólti fekk toluligt lutakast til HM-undankappingina næsta ár.

Kekkia og Montenegro úr styrkisbólki tvey og trý vóru neyvan á nøkrum ynskilista, men Føroyar vóru hepnar at enda í einum bólki við fimm londum. Hetta gjørdi, at Gibraltar verður eitt av mótstøðulondunum næsta ár.

Úr ovasta styrkisbólkinum skulu føroysku fótbóltsmenninir royna seg ímóti taparanum av Nations League-fjórðingsfinaluni ímillum Frakland og Kroatia.

 

Nýggjar avbjóðingar

Føroysku menninir hava ongantíð spælt ímóti Montenegro fyrr, og vinnur Frakland á Kroatia, verður talan eisini um spildurnýggja avbjóðing ímóti balkanlandinum, sum tapti HM-finaluna ímóti júst Fraklandi so seint sum í 2018.

Gibraltar telist heldur ikki millum títtastu mótstøðulondini. Føroyar hava spælt tveir venjingardystir ímóti Gibraltar, har úrslitini vóru eitt tap og ein sigur, men hava ongantíð møtt teimum í undankappingum ella Nations League.

Fyrstu dystirnir í undankappingini verða í mars, og í løtuni er ikki greitt, hvør tá stendur á odda fyri landsliðnum. Håkan Ericson varð uppsagdur í fjør, og Eyðun Klakstein og Atli Gregersen tóku sær av tveimum teimum seinastu Nations League-dystunum.

Fótbóltssambandið er farið undir at finna nýggjan venjara.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824