Fakfelag uttan samráðingarrætt

Fakfelag uttan samráðingarrætt
Hjálparfólkafelagið, sum nú gevur limum sínum ókeypis limagjald í eitt hálvt ár, hevur enn ikki fingið rættin at samráðast um løn og annað fyri limir sínar.
Sámal Hansen, formaður í Hjálparfólkafelagnum
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
05.01.2025 - 17:21

– Vit vilja sjálvandi gjarna fáa rættin at samstáðast um egin viðurskifti, so sum løn og treytir, sigur Sámal Hansen, formaður í Hjálparfólkafelagnum.

Hjálparfólkafelagið hevur ongan samráðingarrætt, tá ið lønin hjá limunum skal ásetast, tí tí rættinum situr Pedagogfelagið við.

– Fremsta orsøkin til tað er, at vit eru ov fáment, tí vit hava bara 200 limir, men eg vildi mett, at tað eru eini 1500 hjálparfólk, sigur hann.

Formaðurin ásannar, at tað er eitt nokk so stórt arbeiði, ið liggur fyri framman, so Hjálparfólkafelagið kann fáa neyðuga limatalið og sostatt eisini sjálvan samráðingarrættin.

– Øll hjálparfólkini eru ikki limir í okkara felag, men so eru tað eisini fleiri av teimum, ið als ikki eru í nøkrum felag yvirhøvur, sigur hann og vísir til jólagávuna til limirnar – bæði verandi og komandi.

Ókeypis limagjald sum jólagáva
Ókeypis limaskapur í seks mánaðir er jólagávan, Hjálparfólkafelagið hevur givið øllum limum sínum.

– Hjá teimum, sum hava eitt sindur av yvirtímum, kann talan lættliga gerast um einar 3.000 spardar krónur næsta hálva árið, sigur formaðurin í felagnum, Sámal Hansen.

– Eisini tey, sum nú melda seg sum lim, fáa part í jólagávuni og ókeypis limagjald í seks mánaðir

Vanliga er limagjaldið 1,5 prosent av lønini, men hesar næstu seks mánaðirnar er limagjaldið sett niður á 0,01 prosent.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Sámal Hansen:

2025-01-05-Samal-Hansen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736