Gott ár hjá Smyril Line

Gott ár hjá Smyril Line
Smyril Line hevði 36 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Yvirskotið er fýra milliónir krónur størri enn árið fyri
Flestu pílarnir peika rætta vegin hjá Smyril Line. Yvirskotið hjá felagnum var fýra milliónir meira í 2014 sammett við 2013
 
30.03.2015 - 13:45

Sambært felagnum sjálvum peika flest allir pílar nú rætta vegin. Sølan økist, fleiri ferðast við Norrönu, sum eisini flytir meira frakt, og harumframt lættir lági oljuprísurin um raksturin.

Frá fyrsta januar í ár er alt farma virksemið, sum hevur ligið í Blue Water, aftur í Smyril Line. Okkurt um 250 fólk starvast í Smyril Line samtakinum.

Bæði nevnd og stjórn í Smyril Line  siga seg vera væl nøgd við úrslitið í fjør, sum gav 36 milliónir krónur í yvirskoti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947