Nýggj fólk í nevndina í Atlantic Petroleum

Nýggj fólk í nevndina í Atlantic Petroleum
Á aðalfundinum hjá Atlantic Petroleum, ið verður um fýra vikur, verður skotið upp at velja tríggjar nýggjar nevndarlimir
Á aðalfundinum hjá Atlantic Petroleum tann 24. apríl verður skotið upp at velja tríggjar nýggjar nevndarlimir
Mynd: petroleum.fo  
 
27.03.2015 - 08:27

Tað er ikki bara í BankNordik, at nýggj fólk koma í nevndina. Á aðalfundinum hjá Atlantic Petroleum tann 24. apríl verður skotið upp at velja tríggjar nýggjar nevndarlimir.

Teir eru Teitur Samuelsen, Jan Müller og norðmaðurin Knud Hans Nørve. Úr nevndini fara Birgir Durhuus, sum er formaður nú, og báðar kvinnurnar í nevndini, Barbara Yvonne Holm og Diana Leo. David MacFarlane og Jan Edin Evensen skulu afturveljast.

Á aðalfundinum verður skotið upp, at nevndarlimirnir í Atlantic Petroleum fáa 200.000 krónur í 2015, men formaðurin fær tó 400.000 krónur og næstformaðurin fær 300.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947