Minni fiskur, betri prísur

Minni fiskur, betri prísur
Minni fiskur kemur upp á land, men meira fæst fyri hann enn við ársbyrjan í fjør. Toskurin ger munin í nýggju hagtølunum
Minni fiskur kemur upp á land, men meira fæst fyri hann enn við ársbyrjan í fjør. Hagstovan kunngjørdi í gjár tølini fyri avreiðingar í januar og februar samanborin við somu mánaðir í fjør
 
27.03.2015 - 10:30

Hagstovan kunngjørdi í gjár tølini fyri avreiðingar í januar og februar samanborin við somu mánaðir í fjør. Taka vit botnfiskin eru tonsini 13 prosent færri í ár. Men tað sama fekst fyri fiskin sum í fjør.

Toskurin ger munin, tí góði fiskiskapurin á Flemish Cap gjørdi, at triðingin meira toskur varð avreiddur í ár, og fyri toskin fingust 50 prosent fleiri krónur enn í fjør.

Samanumtikið, tá flatfiskur og annað eru við, fóru 18 prosent færri tons um avreiðingarskipanina í januar og februar enn í fjør, og virðið á teimum var trý prosent og tríggjar milliónir krónur minni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947