Besta árið higartil hjá Betri Pensjón

Besta árið higartil hjá Betri Pensjón
Sambært Betri Pensjón hevur felagið nú 14.700 kundar og 20 prosent av føroyska marknaðinum fyri lívstryggingar og pensjónir
2014 gjørdist besta árið higartil hjá Betri Pensjón, ið hevði fýra milliónir í avlopi eftir skatt
 
24.03.2015 - 10:04

Fýra milliónir krónur í avlopi eftir skatt eru sjáldan stórtíðindi. Men hjá P/f Betri Pensjón er hetta besta úrslitið higartil, síðani felagið varð stovnað fyri sjey árum síðani.

Sambært Betri Pensjón hevur felagið nú 14.700 kundar og 20 prosent av føroyska marknaðinum fyri lívstryggingar og pensjónir. Úrslitið í 2014 var fýra milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Tað var 100.000 kr. í 2013.

Tryggingarfelagið Føroyar sjey milliónir í avlopi

Eitt annað dótturfelag hjá TF Holding, Tryggingarfelagið Føroyar, hevði bara sjey milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Felagið sigur, at tað í 2013 avgjørdi at lækka tryggingargjøldini.

Í 2014 vóru eisini nógvir miðalstórir skaðar á sjónum og í vinnuni, og kapping var frá útlendskum tryggingarfeløgum, donskum og íslendskum.

Við øllum tí í huga er Regin Hammer, forstjóri Tryggingarfelagnum Føroyum, nøgdur við úrslitið í fjør. Og hann væntar somu inntøkur í ár sum í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417