Føroyskar sagnir um sólarmyrkingar

Føroyskar sagnir um sólarmyrkingar
Fleiri føroyskar sagnir eru um sólarmyrking sum fyribrigdi, tann elsta søgnin er frá 1423. Her eru føroysku sagnirnar um sólarmyrkingar
Søgnin sigur, at seks sólarmyrkingar hava verið í Føroyum. Les meira um sagnirnar her
Mynd: sxc.hu  
 
17.03.2015 - 14:00

Hargarbrøðurnir, nevndir Hargarkempurnar, dóttursynir Jenis í Laðangarði, búðu í Hørg í Sumba. Teir vóru fýra í tali, kimburligir menn og avburðarmenn til styrki og reystleika: Niklas, Jógvan, Ísakur og Pætur.

Teir yngstu av teimum vóru tvíburðar. Illa samdust teir, og so hatskir vóru teir hvør við annan, at agn fór ikki um bekkin, tá ið teir vóru á útróðri. Var uppi hjá einum, varð hann at sita fyri onki.

Teir løgdu so í felag, tveir og tveir, miðlingabrøðurnir í øðrum partinum og hin elsti og hin yngsti í øðrum.

Róku seyð tá myrkur kom á teir

Miðlingabrøðurnir vóru farnir á Hólmskorar at royta seyð og stinga ullina til sín, tó at felag var millum teir allar. Tá ið teir vóru á veg heimaftur, fóru hinir avstað og møttu teimum á Eggjargarði.

Hin yngsti vildi leypa á og taka ullina, men hin elsti, Niklas, ið var toligur maður, ráddi frá. Tí segði hann, at fóru teir saman at berjast, kom onki teirra aftur á lívi, av tí at teir vóru javngóðir. Betri var at fara út í Dal og royta afturímóti.

Teir út í Dal at reka, men miðlingabrøðurnir vendu og fóru aftaná. Tá ætlaðu teir at hópast og lovaðu, at tá ið teir komu á rættina, skuldi morð verða.

So kemur hetta brotið: Men sum teir gingu og róku seyð, báðir partar, og vóru komnir heim á Fløur (rættin stóð á Hellurók), tá kom so snøggliga eitt myrkur niður yvir teir.

Var grovt æl ein full sólarmyrking?

Angist kom á teir, og teir lovaðu nú øðrvísi enn fyrr, at lat Várharra teir sleppa við lívinum, skuldu teir verða betri menniskjur. Tá lýsti í myrkrið aftur; teir hálsfevndust og lovaðu, at onki stríð skuldi verða teirra millum aftur.

Síðan sótu teir so væl um sátt, at teir býttu ikki pottin; alt var í felagi. Søgn úr bókini ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898 – 1901 eftir Jakob Jakobsen.

Spurningurin er nú, hvat tað var, sum var brøðrunum fyri, hendan dagin. Neyvan var tað bara eitt grovt æl. Heldur man talan verða um eina fulla sólarmykring.

Sterka Marjun var móðir Hargabrøðurnar. Líkt er til, at faðir hennara var Jenis Jógvansson, bóndi í Laðangarði, og bróður hennara, Símun Jenisson, tók við festinum í 1592. Tað merkir, at Hargabrøðurnir hava livað um ár 1600.

Seks sólarmyrkingar hava verið í Føroyum

Sambært bókini ”Sonnenfinsternisse von 600 bis 1800” eftir J. Fr. Schroeter, sum varð givin út í Kristiania í 1923, hava árini 1400 – 1800 verið seks fullar sólarmykringar í Føroyum:

● 26. juni í 1424

● 3. februar í 1440

● 18. juni í 1536

● 30. mai 1612

● 13.mai í 1733

● 5. september í 1793.

Talan kann sjálvandi vera um eina hending, sum í fólkamunni er flutt fram í tíð, men hava vit álit á søgnini, kunnu vit við ávísum fyrivarni tíðarfesta hesa hendingina til 30. mai í 1612. Verður ikki roknað við summartíð, hevur hatta verið kl. 10:25 fyrrapartin.

Sólin hevur staðið í ein landsynning, og brøðurnir hava sæð Venus í ein eystan, meðan myrkt var, tað er, um klárt var í veðrinum henda dagin. Nevnda sólarmyrking var annars ikki full um allar Føroyar. Hon var full í Suðuroy og Sandoy, men ikki vesturi í Vágum.

Eftir søgnini hevur hetta verið áseyðaroyting, sum brøðurnir hava fingist við, og hóast altíð varð rikið tvær ferðir í áseyðaroyting í gomlum døgum, tá ið ull var Føroya gull, kann hetta tykjast í so tíðliga, men veðrið kann hava verið øðrvísi tá.

Kelda: Rúmdin, Nám, Pól Jespersen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Hósdag 28. november
Andarblak - Í menniskjum góður tokki
184315
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205