Lesandi skulu sleppa í ALS

Lesandi skulu sleppa í ALS
Javnaðarflokkurin vil hava løgtingið at heita á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot
 
09.03.2015 - 14:06

Lesandi í Føroyum og føroyingar, sum lesa aðrastaðni enn í Danmark, skulu sleppa í ALS eftir loknan lestur.

Tað heldur Javnaðarflokkurin, sum hevur skotið upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot.

Í fjør varð avtala gjørd,  sum ger tað møguligt hjá føroyskum lesandi at fáa arbeiðsloysisstuðul í Danmark í tríggjar mánaðir eftir loknan lestur.  Avtalan umfatar bara føroysk lesandi, sum hava tikið útbúgving í Danmark.

Fáa minni enn arbeiðsleys

Í Danmark kunnu lesandi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tey hava fingið prógv, lima seg inn í ein a-kassa og fáa útgoldið 678 kr. um dagin ella 14.690 krónur um mánaðin í mesta lagi tvey ár. Henda upphæddin er lægri enn arbeiðsleys fáa. Tey fáa 828 krónur um dagin ella 17.918 krónur um mánaðin.

Javnaðarflokkurin sigur, at tað kann ikki vera rætt, at lesandi í Føroyum og aðrastaðni enn í Danmark skulu vera fyri vanbýti. Við at lata fólk fáa ALS-gjald í t.d. eitt ár, verða fleiri borgarar, ið gjalda inn í skipanina eitt heilt arbeiðslív.

Avbjóðingarnar í samfelagnum eru ikki minst fólkasamansetingin. Tí eiga vit at gera alt, ið kann gerast, til tess at fáa tær forðingar av vegnum, ið økja ella fasthalda fráflyting, sigur Javnaðarflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109