57 mál leggjast fram í dag

bannari
57 mál leggjast fram í dag
Løgtingsfólk fáa nógvan lesnað við sær til hús av tingfundinum í dag. 57 mál skulu leggjast fram í dag. Landsstýrið eigur 33 og andstøðan 24 mál
57 mál skulu leggjast fram í løgtinginum í dag. Landsstýrið eigur 33 og andstøðan 24 mál
 
06.03.2015 - 08:14

Seinasti framløgudagur í hesari tingsetuni er í dag. Tingfundur verður aftur týsdagin, og tað, sum eftir er av mars, vera tingfundir hvønn dag uttan mánadag, so øll málini kunnu hava fyrstu viðgerð. Eftir tað fáa nevndirnar úr at gera.

Landsstýrið hevur 28 lógaruppskot, trý ríkislógartilmæli og tvey uppskot til samtyktar. Flestu uppskotini hjá andstøðuni eru uppskot til samtyktar, har sum løgtingið verður biðið um at fáa landsstýrið at gera lógaruppskot um mál, sum andstøðuflokkarnir vilja hava framd.

Vanligt er, at ein rúgva av málum kemur í tingið seinasta framløgudagin. Í dag koma 57, og frá tí, tingsetan byrjaði ólavsøkudag í fjør, eru komin 77 mál í løgtingið.

Ivasamt um fiskivinnunýskipanin kemur í vár

Hóast seinasti framløgudagur er í dag, ber til at fáa uppskot í tingið so leingi tingsetan varar. Men tá krevst, at 17 løgtingsfólk skriva undir, at málið kann leggjast fram. Sera ivasamt er, um fiskivinnunýskipanin kemur í vár.

Tað sama kann sigast um pensjónsnýskipanina, hóast Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ikki hevur mist vónina um tað. Fundur var í pensjónsbólkinum í gjár, har sum allir flokkar vóru við. Og fundur verður aftur seint í næstu viku ella fyrst í aðru viku.

Sambært álmanakkanum hjá løgtinginum fer tingið til hús 8. mai. Tingfundurin í dag verður klokkan tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109