Stúra fyri avleiðingum

Stúra fyri avleiðingum
Myndugleikarnir í Noregi stúra nú av álvara fyri avleiðingunum, tí alivinnan brúkar so nógv eitur at basa laksalúsini
Alivinnan í Noregi brúkar so nógv eitur at basa laksalúsini, at myndugleikarnir nú stúra fyri avleiðingunum
 
05.03.2015 - 10:48

Matvørueftirlitið rópar varskó og hevur hert eftirlitið við alingini. Hóast flestu evnini virka illa, brúka alarar bara meira og meira. Nógv meira lúsaeitur varð brúkt í Noregi í fjør enn í 2013, - nýtslan er fleirfaldað.

Í staðin fyri at halda fram at brúka evni, sum ikki virka kortini, eiga alarar at taka laksin - fáa teir ikki bast lúsini á annan hátt, siga myndugleikarnir. Evni, sum verða brúkt móti laksalús, skaða bæði umhvørvið og skeljadjór.

Norska fiskimálaráðið og umhvørvismálaráðið hava biðið havgranskingar-stovnin kanna, hvørja ávirkan, lúsaeitrið hevur á umhvørvið. Tá kanningin er liðug, verður avgjørt, hvørji nýggj tiltøk skulu setast í verk móti lúsaeitrinum.

Fiskimálaráðið hevur tó longu boðað frá herdum krøvum, tá alibrúk avlúsa. Krøv verða sett fiskadjóralæknum, sum ávísa heilivág fyri laksalús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947