Kanna kappingaravlaging innan bilasølu

Kanna kappingaravlaging innan bilasølu
Kappingareftirlitið vil hava at vita, um nakar hevur nakra viðmerking um tað, at sami maður nú umboðar seks bilmerki í Føroyum
Kappingareftirlitið vil hava at vita, um nakar hevur nakra viðmerking um tað, at sami maður nú umboðar seks bilmerki í Føroyum
Mynd: sxc.hu  
 
05.03.2015 - 09:01

Kappingareftirlitið kunngjørdi í gjár, at Gunnar Justinussen hevur við felagi sínum, sum eitur Sp/f Tinka, saman við P/f Dekksentrinum, sum hann eigur saman við Rúna Lindberg, stovnað nýtt felag, sum eitur Sp/f VL 43.

Hetta nýggja felag, Sp/f VL 43, hevur keypt allan partapeningin í P/f Bilasøluni. Gunnar Justinussen eigur frammanundan P/f Wenzel, sum selur bilmerkini Ford og Volvo, og P/f Bilasølan selur VW, Mazda, Audi og Seat.

Møguligar viðmerkingar um hesa yvirtøku skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi um eina viku, á grækarismessu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947