Fáa 25 mió. kr. í vinningsbýti frá Trygd

Fáa 25 mió. kr. í vinningsbýti frá Trygd
Úrslitið hjá tryggingarfelagnum í fjør var góðar 15 mió. kr. fyri skatt
 
02.03.2015 - 08:07

BankNordik fær 25 mió. kr. í vinningsbýti frá tryggingarfelagnum Trygd, sum BankNordik eigur.

Tað avgjørdi aðalfundurin hjá Trygd, sum eisini góðkendi roknskapin fyri 2014.

Ársúrslitið gjørdist 15,3 mió. kr. fyri skatt. Tað var 5,8 mió. kr. fyri skatt í 2013. Skatturin í 2014 var 2,8 milliónir, og hann var 1,1 millión í 2013.

Færri stórir skaðir

Færri stórir skaðar vóru í fjør enn árið fyri, tí veturin var ikki so baldrutur í fjør. Eingin verulig ódn var í 2014.Partapeningurin í Trygd er 40 mió. kr. BankNordik eigur allan partapeningin. Eginognin er slakar 90 mió. kr.

Á aðalfundinum stóð øll nevndin í Trygd fyri vali. Fimm vóru í nevndini, nú eru tríggir.

Janus Petersen og Jens Erik Christensen vórðu afturvaldir í nevndina. Rune Nørregaard er nýggjur í nevndini, og Jesper Rasmussen, Christian Andreasen og Tummas Hanus Dam fóru úr nevndini. 

25 fólk arbeiða hjá Trygd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947