Fundur um fiskivinnunýskipan útsettur

bannari
Fundur um fiskivinnunýskipan útsettur
Fundurin, sum skuldi vera millum samgonguna og formenninar í andstøðuflokkunum nú fyrrapartin um fiksivinnunýskipanina, er útsettur til týsmorgunin
Fundurin um fiskivinnunýskipan, ið skuldi vera í morgun, er útsettur til týsmorgunin
 
27.02.2015 - 12:15

Andstøðan hevur fílst á, at at hon higartil als einki hevur fingið at vita frá samgonguni, og at andstøðan ikki hevur verið boðin til samráðingar.

Jacob Vestergaard gav samgonguni 14 dagar frá seinasta fríggjadegi til at koma við einum lógaruppskoti. Ta freistina ógildaði løgmaður og segði, at andstøðan skal fáa ein fair møguleika, sum hann málbar seg, at koma til veruligar samráðingar.

Løgmaður legði afturat, at hann vil hava breiða semju um nýskipanina, og at tað merkir, at í øllum førum annar av stóru andstøðuflokkunum - annaðhvørt Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldi - skulu vera við, umframt teir smáu flokkarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109