Andstøðan hevur nú fingið fundarboð

bannari
Andstøðan hevur nú fingið fundarboð
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur boðið andstøðuni til fundar um fiskivinnunýskipanina fyrrapartin fríggjadagin
 
25.02.2015 - 11:40

Andstøðuflokkaranir hava nú fingið fundarboð at viðgera ta nógv umrøddu fiskivinnunýskipanina. 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur boðið formonnunum í øllum andstøðuflokkunum til fundar fríggjamorgunin klokkan 10.

Andstøðan hevur fýlst á, at hon ikki hevur fingið nakað at vita um ætlanina hjá samgonguni við fiskivinnunýskipanina, og ikki er tikin við til samráðingar. 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, gav fríggjadagin samgonguni freist upp á 14 dagar at koma við einum lógaruppskoti, sum skal fara til hoyringar. 

Freistin ógildað

Men hesa freist hevur løgmaður ógildað. Løgmaður segði mánakvøldið, at andstøðan skal hava ein "fair" møguleika, sum hann málbar seg, at koma til veruligar samráðingar, og at 14 dagar frá seinasta fríggjadegi er ov tepur freist. 

Løgmaður legði afturat, at hann vil hava breiða semju um nýskipanina, og at tað merkir, at í øllum førum annar av stóru andstøðuflokkunum - annaðhvørt Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldi - skulu vera við, umframt teir smáu flokkarnir.

Jacob Vestergaard hevur sagt seg vera sinnaðan at eftrlíka hesum ynski.

Og nú veðrur fundur við andstøðuna fríggjamorgunin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109