Thor fingið fyrsta skipið av fýra

Thor fingið fyrsta skipið av fýra
Nýggja seismikkskipið Thor Magni, sum er bygt á skipasmiðju í Turkalandi, varð handað reiðarínum Thor í dag
 
21.02.2015 - 14:13

Í dag fekk reiðaríið Thor handað sítt nýggja seismikkskip, sum hevur fingið navnið Thor Magni. Skipið er smíðað á Besiktas skipasmiðjuni, sum liggur í Turkalandi. Og har var eisini hátíðarhald í dag við umboðum frá reiðarínum og gestum.

Hetta er fyrsta av fýra nýbygningum, sigur reiðaríið. Skipini koma at sigla sum hjálparskip hjá norska seismikkfelagnum Petrolium Geo Services. PGS er eitt altjóða seismikfelag, sum ger kanningar eftir kolvetni í undirgrundini.

Skipini hjá Thor fara eitt nú at sigla við olju og útgerð, og verða trygdar og hjálparskip tá seismiskarkanningar vera gjørdar. Thor gjørdi ein langtíðarsáttmála við PGS í 2012, áðrenn skipini vóru bíløgd, og arbeiðið verður um allan knøttin. Thor Magni fer beint í arbeiði komandi viku.

Nútímans skip

Skipini verða øll líka: 64,4 metur til longdar og 14,5 metur til breiddar, og hava alla nútímans útgerð. Tey fýra nýggju seismik-veitingarskipini, sum reiðaríið Thor hevur bílagt, koma at kosta 600 milliónir krónur at byggja.

Skipini verða fíggjað við útlendskum kapitali og lántøku hjá Bank Nordic, hevur Hans Andrias Joensen, stjóri í Thor, upplýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947