- Tíðindi, mentan og ítróttur
400 milliónir í yvirskoti á handilsjavnanum
Føroyar høvdu 400 milliónir krónur í yvirskoti á handilsjavnaðanum í fjør, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni í dag.
Árið fyri, tað var í 2013, var hallið 186 milliónir á handilsjavnanum. Orsøkin til, at hallið í 2013 er vent til avlop í 2014 er, at útflutningurin er vaksin, meðan innflutningurin er minkaður.
Á útflutningssíðuni er tað laksurin, sum stendur fyri størsta vøkstrinum. Í 2014 útfluttu Føroyar laks fyri næstan 3 milliardir krónur, og er tað ein hálv milliard meira enn í 2013.
Útflutningurin vaks í 2014
Samlað vaks útflutningurin í 2014 við 174 milliónum. Á innflutningsíðuni er tað skipainnflutningurin sum er nógv minkaður. Úr 800 milliónur í 2013 niður í 200 milliónir í fjør. Innflutningurin minkaði samanlagt 415 mió. kr.
Seinastu 10 árini hevur verið hall á handilsjavnanum øll árini uttan í 2010, 2011 og í fjør. Í 2007 var størsta hallið nakrantíð, næstan hálvaaðru milliard, sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni.
Handilsjavnin er munurin í pengavirði á útflutningi og innflutningi av vørum. Tá avlop er á handilsjavnanum, merkir tað sostatt, at útflutt er fyri meira, enn innflutt er fyri.