Sildberin góðkent sum ferðafólkaskip

Sildberin góðkent sum ferðafólkaskip
Strandfaraskipið Sildberin hevur fingið endaliga góðkenning sum ferðafólkaskip frá Sjóvinnustýrinum
Sildberin hevur fingið endaliga góðkenning sum ferðafólkaskip frá Sjóvinnustýrinum
 
16.02.2015 - 17:30

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, í svari til Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann. Tá Páll á Reynatúgvu spurdi í november í fjør, fekk hann at vita, at Sildberin hevði fyribils góðkenning sum ferðafólkaskip.

Í svarinum hjá landsstýrismanninum verður upplýst, at neyðugt var at gera ymist við skrokkin á Sildberanum. Útrokningar, sum vórðu gjørdar, áðrenn Sildberin varð keyptur, vístu, at stýrimaskinrúmið var ov stórt til at lúka stabilitets krøvini.

Saman við klassanum og Sjóvinnustýrinum varð avgjørt at byggja tangar, ella tómrúm, inn í afturskipið fyri at lúka krøvini um stabilitet. Hetta varð gjørt fyri at tryggja, at Sildberin framvegis flýtur, um hol kemur á skipið.

Meðan Sildberin hevði fyribils góðkenning, bað Strandferðslan felagið NauCon rokna út styrkina hjá skrokkinum av nýggjum. Hetta arbeiðið var liðugt síðst í desember í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947