- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sildastovnurin væl fyri
Fyrstu kanningarnar av Norðhavssildini sum norsk skip eru í ferð við at gera, vísa, at sildastovnurin er 8 milliónir tons, tað er tvær ferðir so nógv, sum fiskifrøðingar hava mett, skrivar Fiskaren.
Eingin vil vátta metingarnar fyri blaðnum, men blaðið sigur seg hava fingið at vita, at tað sær væl út hjá sildini, vísa kanningarnar hjá teimum trimum skipunum, sum kanna sildastovnin.
Fiskifrøðingurin, Aril Slotte, sum stendur á odda fyri kanningunum, sigur við Fiskaren, at tað sær gott út, og sild er at síggja allastaðni, men hann vil ikki gera nakra niðurstøðu fyrr enn kanningarnar eru lidnar. Norsku sildakanningarnar eru komnar í helvt, og tær enda týsdagin.
Tey trý skipini hava kannað sild bæði á bankum, og skulu eisini kanna sildina inni á firðunum. Arbeiðið hevur higartil gingið sum tað skal, sigur Aril Slotte við blaðið. Væntandi verður eitt úrslit av kanningunum greitt um eina tvær vikur, skrivar Fiskaren.