Magnus Heinason byrjar nú kanningarætlan 2015

Magnus Heinason byrjar nú kanningarætlan 2015
Í dag byrjar siglingar- og kanningarætlanin hjá Magnusi Heinasyni fyri 2015. Í ár verða 21 túrar, skrivar Havstovan á heimasíðuni
Magnus Heinason byrjar nú kanningarætlan 2015
Mynd: Savnsmynd  
 
12.02.2015 - 15:38

Av teimum eru 17 sonevndir "rannsóknartúrar" og 4 eru "praktiskar fiskiroyndir". Fyrsti túrurin er, sum vant, ein hydrografiskur rannsóknartúrur, har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða mátað.

Endamálið við hesum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er partur av regluligu kanningunum eftir seks standardskurðum, sum ganga út frá landgrunninum. Hesin túrurin er eisini partur av altjóða verkætlanini, NACLIM, har tilsamans 17 grannskingarstovnar úr 9 evropiskum londum eru við.

Tað er lærdi háskúlin í Hamburg, sum stýrir verkætlanini, skrivar Havstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947