Farnir til verka í Flensburg

Farnir til verka í Flensburg
Í gjár hevði Bogi Rasmussen fyrsta arbeiðsdag sum stjóri á nýggja góðskingarvirkinum í Týsklandi, sum framleiðir makrel í dós
Makrel í tomat frá Larsen í Hamburg
Mynd: Savnsmynd  
 
10.02.2015 - 08:27

Samtakið Christian í Grótinum er farið til verka í Flensburg í Týsklandi. 

Bogi Rasmussen sigur við nordlysid.fo, at Samtakið Christian í Grótinum hevur keypt bygningar, maskinur og goymslur yvir í nýstovnað felagið í Týsklandi. 
Virksemið í Larsen Seafood er ongantíð steðgað og fyritøkan hevur, í tíðarskeiðnum har gjaldsteðgur hevur verið, røkt sínar skyldur mótvegis kundunum. 
Hetta merkir sostatt, at samtakið tekur yvir tvær verksmiðjur ið hava framleiðslu, og vørur verða seldar hvønn dag.

Claus Christensen, sum seinastu átta árini hevur starvast sum framleiðsluleiðari verður partur av leiðslutoyminum og Jan Petersen verður fíggjarleiðari, skrivar nordlysid.fo. 
Samtakið, Christian í Grótinum, hevur eisini keypt eina framleiðslueind í Bremerhaven, ið framleiðir vørur úr upsa og alaska pollok.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947