Allir flokkar samráðast um fiskivinnunýskipanina

Allir flokkar samráðast um fiskivinnunýskipanina
Og andstøðan vil sleppa at síggja semjuna, sum samgongan hevur gjørt um fiskivinnunýskipan. Tað hevur andstøðan boðað landsstýrismanninum frá
 
06.02.2015 - 15:19

Í brævinum til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, sum formennirnir í teimum fýra andstøðuflokkunum hava skrivað undir, stendur: 

"Um talan skal vera um eina veruliga samráðing og viðgerð í hesum álvarsmáli, so eru andstøðuflokkarnir samdir um, at allir flokkar eiga at samráðast í felag og við sama borð. Vit vilja at samgongan er opin um ta semju hon hevur gjørt, og at vit fáa alt neyðugt tilfar og allar greiningar", skriva also Kári P. Højgaard, Poul Michelsen, Høgni Hoydal og Aksel Johannesen.

Andstøðuflokkarnir hava verið á fundi við samgonguna um fiskivinnunýskipanina, men samgongan hevur ikki lagt sína semju fyri andstøðuna.

Í gjár segði landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum við Dag og Viku, at semjan ikki var búgvin at verða løgd fram alment enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109