Nógv prógv á Vinnuháskúlanum

Nógv prógv á Vinnuháskúlanum
Ikki færri enn 39 næmingar hava lokið útbúgving á Vinnuháskúlanum.
Her eru teir 11 skipsførararnir, sum fingu prógv á Vinnuháskúlanum í vetur.
Mynd: Vinnuháskúlin  
 
01.02.2015 - 11:42

Teir, sum fingu prógv á Vinnuháskúlanum, vóru 17 maskinmeistarar, 11 skiparar og 11 skipsførarar.

Fyrstu virðisløn og ídnisvirðisløn fingu Torfin Debes Davidsen, skipari úr Kvívík, og Óli Hansen, skipsførari úr Norðragøtu.

Av maskinmeistarunum fingu Justi Hentze úr Leynum fyrstu virðisløn, og Benjamin Hansen úr Sørvági ídnisvirðisløn.

Skipara- og navigatørfelagið læt eisini eina serstaka virðisløn. Tað herðaklappið, sum var fyri hægsta miðalpróvtal, fekk skiparin, Torfin Debes Davidsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947