Smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Viðareiði útbygd

Smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Viðareiði útbygd
Útbyggingin skal vera liðug, áðrenn eitt ár er liðið, og hon fer at gera, at Bakkafrost kann hava fýra ferðir fleiri smolt á Viðareiði enn nú
Smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Viðareiði verður nú útbygd. Tá útbyggingin er liðug, kann Bakkafrost hava fýra ferðir fleiri smolt á Viðareiði enn nú. Á myndini aliringarnir hjá fyritøkuni í Hvannasundi
Mynd: Bakkafrost  
 
30.01.2015 - 09:50

<p>Smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Viðareiði verður nú útbygd. Útbyggingin skal vera liðug, áðrenn eitt ár er liðið, og hon fer at gera, at Bakkafrost kann hava fýra ferðir fleiri smolt á Viðareiði enn nú.</p>

<p>Bakkafrost hevur gjørt sáttmála við byggifelagið Articon um at útbyggja á Viðareiði og eisini aðrar útbyggingar á smoltstøðunum í 2016 og 2017 Smoltstøðin á Viðareiði verður útbygd við nýggjastu tøkni, sum ger, at Bakkafrost kann seta nógv størri smolt á sjógv enn nú.</p>

<p>Tað ger, at laksurin verður styttri tíð í sjónum, og tað minkar um váðan fyri lús og sjúku, upplýsir Bakkafrost á heimasíðu síni.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947