Pelagos í Fuglafirði umhvørvisgóðkent

Pelagos í Fuglafirði umhvørvisgóðkent
Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði. Dentur hevur verið lagdur á at avmarka dálking í góðkenningini
Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði
 
29.01.2015 - 08:07

<p>Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði, sum tekur ímóti makreli, sild, svartkjafti, lodnu og gulllaksi frá skipum við kølitangum og kølibingjum.</p>

<p>Virkið kann taka ímóti 1200 tonsum av um samdøgrið, men virkið hevur møguleika at taka ímóti 2.000 tonsum. Pelagos arbeiðir fiskin undan so hvørt, hann kemur í land, annaðhvørt hann verður frystur heilur ella skorin til flak. Møguleiki er eisini at avskipa fesk fløk.</p>

<p>Umhvørvisstovan sigur, at í málsviðgerðini hevur serligur dentur verið lagdur á at fyribyrgja og avmarka, at hav og luft verða dálkað, at avmarka heilsuskaðar og ampa av óljóði, royki, lukti og øðrum.</p>

<p>Dentur hevur eisini verið lagdur á, at virkið brúkar bestu tøknina til framleiðsluna og at reinsa útlát, at tað hevur innaneftirlit og mannagongdir at fyribyrgja óhapp. Freistin at kæra umhvørvisgóðkenningina av Pelagos er 26. februar.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947