Faroe Petroleum riggar av í Íslandi

Faroe Petroleum riggar av í Íslandi
Oljufelagið Faroe Petroleum er ikki longur partur av leitingini eftir kolvetnum í Íslandi. Felagið trýr ikki, at olja ella gass verða funnin
Faroe Petroleum er ikki longur partur av leitingini eftir kolvetnum í Íslandi
 
28.01.2015 - 10:02

Eftir at hava gjørt kanningar av ymsum slag í økinum, sum felagið fekk tillutað í seinastu útbjóðing, er felagið komið eftir, at einki er at fara eftir í loyvinum eystan fyri Ísland.

Nils Sørensen, stjóri, sigur við oljan.fo, at kanningarnar, sum felagið hevur gjørt av undirgrundini í loyvinum, vísa, at møguleikarnir fyri at olja ella gass kunnu vera tilstaðar, eru so gott sum ongir.

Hetta tí at loyvið liggur í einum jarðfrøðiligum øki, har olja ikki kann verða goymd, staðfesta kanningarnar. Við avgerðini at gevast við oljuleitingini í Íslandi, hevur Faroe Petroleum nú heilt slept Norðuratlantshavi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947