Samráðast um sáttmálakrøv

Samráðast um sáttmálakrøv
Fundur var í gjár millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag í samband við sáttmálakrøvini
Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag samráddust mánadagin í samband við sáttmálakrøvini
 
27.01.2015 - 16:04

<p>Á skránni vóru krøvini, sum partarnir hava sett fram til nýggjan sáttmála, sum skal koma í gildi afturvirkandi frá 1. januar í ár. Partarnir fingu høvið at seta fram spurningar um krøvini og tosa um tey.</p>

<p>Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, er tó fámæltur, meðan samráðingarnar eru. Hann sigur tó, at enn hava partarnir ikki gingið hart á hvønn annan, og hann vónar, at góður andi verður og at nakað skilagott kemur burturúr samráðingunum.</p>

<p>Næsti fundur í samband við sáttmálakrøvini ímillum Føroya fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag verður áðrenn ein vika er farin.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947