Danskt ráð skal eisini virka í Føroyum

Danskt ráð skal eisini virka í Føroyum
Det Systemiske Risikoråd, sum varð stovnað í 2013 at hjálpa myndugleikunum at forða fyri fíggjarkreppum, skal eisini virka í Føroyum
Det Systemiske Risikoråd, ið varð stovnað í 2013 at hjálpa myndugleikunum at forða fyri fíggjarkreppum, skal eisini virka í Føroyum, ætlar Vinnumálaráðið

26.01.2015 - 08:16

Tað ætlar Vinnumálaráðið, sum vil hava løgtingið at broyta lógina um tryggingarvirksemi, so ráðið kann virka á tryggingarøkinum í Føroyum, - tryggingar eru yvirtikið málsøkið.

Sambært Vinnumálaráðnum er Det Systemiske Risikoråd ráðgevandi stovnur, sum skal meta um váðan í danska og føroyska fíggjarheiminum.

Harumframt kann ráðið koma við tilráðingum til myndugleikarnar um átøk, sum ráðið metir kunnu stuðla upp undir fíggjarligt støðufesti. Í ráðnum eru tíggju fólk. Føroyar hava ikki umboð í ráðnum.

Ráðið kann eisini virka á tryggingarøkinum

Í donsku lógini frá 2012 um Det Systemiske Risikoråd stendur, at danski vinnumálaráðharrin kann gera avtalu við landsstýrið um, at ráðið eisini kann virka á tryggingarøkinum í Føroyum.

Danska vinnumálaráðið spurdi longu í 2012, um nýggja ráðið eisini skuldi virka á tryggingarøkinum í Føroyum. Frammanundan hevur løgtingið samtykt, at Det Systemiske Risikoråd eisini fevnir um peningastovnarnar í Føroyum. Tað málsøkið er ikki yvirtikið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947